Rís ella rós  |  Síðuyvirlit  |  Samband  |   |  Innrita
Leita:   
Forsíða | Tíðindi | Kjak | Myndasavn | Fótbóltur | Flogbóltur | Felagið | Leinkjur
Gentur 10 - 12 ár
SÍ - B36d - MB
Leygardagin 04-09-2010 09.00
Leika í Havn. Møta í bygdini kl. 7.50

Piltar
SÍa - HBc - ÍFb - EBSb
Leygardagin 04-09-2010 09.00
Leika við Margáir. Møta í bygdini kl 7.50

Piltar
SÍb - KÍe - Skálab - NSÍd
Leygardagin 04-09-2010 11.00
Møta í SÍ húsinum kl 10.30

 
 
Nr. Lið Dys. Sett Stig
1000
2Mjølnir000
3Fleyr000
4ÍF000
5TB000
 
 
Nr. Lið Dys. Sett Stig
1000
2TB000
3Fleyr000
4Mjølnir000
5Dráttur000
6ÍF000
7KÍF000
8Ternan000
 
 

Ein dystur at minnast.

09-03-2010



Dráttur – SÍ 2-3. 25-22, 25-15, 17-25, 15-25, 13-15

Dráttur tók ikki av møguleikanum. Hóast frammanfyri 2-0 í settum, megnaði Dráttur ikki at binda fyri. Grannarnir fyri vestan fótaðu sær, funnu stevið, og vunnu fult uppiborið trý tey næstu settini og dystin 3-2.

Dysturin hevði sum so ongan avgerandi týdning fyri gestirnar úr Sørvági. Finaluplássið er røkkið og taptu vit móti Drátti, varð nokk at vinna síðsta dystin móti KÍF, fyri at tryggja oddasessin.

Við hesum útlitunum sat Karin á bonkinum, dystin á tamb, og menti sær fótin til komandi stórdystir.

Umskipaða SÍ-liðið kom væl frá byrjan, men megnaði ikki at halda góðu gongdini. Sjón fyri søgn darvaði nýggja uppstillingin skjótleikan í at taka røttu avgerðirnar. Tað vóru tær tilkomnu úr Drátti skjótar at gera sær dælt av, og við tryggum trýstandi servum, løgdu tær lunnar undir skjótt skiftandi leik við smashum úr borði í borð. Dráttur vinnur fyrtsa settið 25-22.

Næsta settið verður ein marra fyri okkara flákrandi lið. Hóast leikararnir hvør sær, gera tað tær eru mentar, finnur liðið ikki felags stev, og enntá tykist alt hepnið sum tað er, verða flogið drátturmegin netið. Men tað skal onki takast frá Drátti. Við Maju á hevaraplássinum, hava tær megnað at vunnið á flest øllum liðunum í deildini. Nú hómaðist møguleikin at basa stórsnútaðu grannunum fyri vestan, fyri fyrstu ferð. Tað varð gjørt við lít í øðrum setti, sum Dráttur vinnur 25-15.

Men mongum brestur ætlan. Gamalt er at tapa triðja, tá tvey tey fyrstu eru vunnin trygt. Dráttur tapur triðja settið. Ella? Var tað nú ikki heldur vit sum vunnu. Í hesum settinum er okkara Helga komin aftur á sítt vanta pláss og Helen verður sett á Karinsa, hinar standa sum tær eru vanar.

Við skiftinum í uppstilling er stevið heilt víst afturfunnið og hóast vit í kvørgum teim næstu settunum koma væl frá byrjan, er viljin til at vinna dystin nú okkaru megin netið. Í fjórða settinum eru vit afturút 10-14, men í einum óvant longum servurað, servar Vivian okkum upp á heili 24-14 og settið verður vunnið 25-15.

Í fimta eru vit afturút 1-6, Aftur er tað Vivian sum fær teimum fatur við servum upp til 7-6. Hóast vit dragna enn einafer, afturút 09-12, verður fimta settið vunnið 15-13 og dysturin 3-2.

Vit kunnu klóra okkum í nakkanum og spyrja hvat hendi. Men eitt er vist, við Karini á bonkinum tóku hinar ábyrgd, leiktu ein branddyst, og vunnu. Hóast hesin dysturin sum so ongan týdning hevði á pappírinum, er hann tí heilt víst avbera góður fongur, at hava við til FM-finalurnar móti TB.
-JaS-

 

Formula

 

 

 

 

 

 

 

 

Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media